Nýggi barnagarðurin reistur

Byggingin av nýggja barnagarðinum á Svangaskarði á Toftum gongur eftir ætlan, og í gjar varð bygningurin reistur. Sambært tíðarætlanini, sum løgd er fyri byggingina, kunnu fyrstu børnini koma inn beint eftir summarfrítíðina.

Gamli bygningurin, har verandi barnagarður er, er 343 fermetrar tilsamans. Hin nýggi, sum nú verður bygdur, og sum stóð reistur í gjár, er 370 fermetrar í tveimum hæddum.

Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at í fyrstu atløgu verður bara tann ovara hæddin innrættað.

- Her verða tríggjar stovur við plássi fyri umleið 18 børnum í hvørjari, sigur varaborgarstjórin í skrivi, sum hann hevur sent okkum.