Barnagarðurin sum Vága kommuna letur byggja á Stórutrøð í Miðvági hevur vunnið altjóða
virðisløn í USA. Talan er um altjóða kapping millum bygningar, sum eru bygdir við serligum byggihátti har Quadlock partvíst verður brúkt sum byggitilfar.
Quadlock er eitt byggisystem, har sjálv bjálvingin virkar sum formurin, stoypt verður niður í.
Tað er felagsskapurin fyri framleiðarar sum síðani 2005 hevur skipað fyri árligari altjóða
kapping, har møguleiki er fyri at senda uppskot inn. Uppskotini verða millum annað mett út frá
arkitekturi, funktionaliteti og byggihátti.
Barnagarðurin í Miðvági er teknaður og projekterður av Westtech sP/F í Sørvági, Dalsbø sP/F í
Sandavági hevur staðið fyri betongarbeiðinum, meðan timburarbeiðið er gjørt av KBH sP/F
á Toftum.
- Síðani kappingin byrjaði í 2005 hava allir vinnararnir verið úr ymiskum statum í USA. Hetta
er sostatt fyrstu ferð, at ein bygningur uttanfyri samveldi hevur vunnið ein prís, og tað gleðir
okkum at kunna umboða Føroyar í hesi altjóða kapping, siga fólkini handan barnagarðin í Miðvági í tíðindaskrivi.
Príshandanin verður á byggimessu í Las Vegas 19. Januar 2011 har umboð fyri Westtech sP/F og Dalsbø sP/F verða til staðar.