Nú gerast tey foreldur

Harry, prinsur, og Meghan, hertugafrú, vænta barn í vár.

Eingilska kongafamiljan fær nú enn eitt barn. Hesaferð eru tað Harry, prinsur, og Meghan, hertugafrú, sum skulu vera foreldur.

 

Harry, prinsur, yngri sonur Charles, krúnprins, og Dianu, sálu, giftist í mai við amerikonsku sjónleikarinduni Meghan Markle. Í morgun boðar kongshúsið frá, at hon skal eiga einaferð í vár.

 

Leysasøgur hava gingið um at hon skal vera við barn seinastu dagarnar, tí á eini vitjan í Avstralia royndi hon at fjala magan. Tey bæði eru í hesum døgum á vitjan í Avstralia, Fiji, Tonga og Ný Sælandi.