Rúni Nolsøe var í nøkur ár spælskipari á miðvøllinum hjá VB, men síðani 1993 hevur hann havt hendan leiklutin hjá HB, har hann nú eisini er liðformaður.
Eftir dystin móti VB helt hann, at sum so var hann ikki nøgdur við spælið, sum HB sýndi, men at úrslitið var í lagi fyri teirra viðkomandi:
- Nei, vit fóru ikki inn á vøllin eftir einum javnleiki. Vit kunnu í øllum førum liva betri við einum javnleiki enn VB kann, helt hann fyri, tá vit spurdu hann, um teir fóru á vøllin eftir einum javnleiki.
Einki er avgjørt
Tá tosið fall inn á, hvat lið kann kalla seg føroyameistara, ta kappingin er liðug um ein góðan mánað, var HB liðformaðurin tó eitt sindur í iva:
- Sjálvandi vilja vit royna at vinna, men tað er ógvuliga torført at spáa um, hvat lið tað verður. Tað tó tað liðið, sum sýnir størsta stabilitetin í avrikum sínum, tað sum eftir er av kappingini. Øll oddaliðini hava torførar dystir eftir, so har kann alt henda, segði altso Rúni Nolsøe.