TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Eyðun Klakstein aftaná B36 hevði vunnið 1-0 á B68 á Svangaskarði á Toftum. Ein sigur, sum fyribils gevur B36 sera týðandi fjórða plássið, sum gevur rætt til at taka lut í Europa League á sumri í 2017.
Eyðun Klakstein fegnast um, at hansara spælarar gjørdu eitt professionelt arbeiðið. Eyðun Klakstein sigur seg ikki leggja so nógv í, at tað ikki so sá vakurt út gjøgnum allan dystin. Tað týdningarmesta var, at stigini komu heim.
Høvuðsvenjarin hjá B36 heldur, at hansara menn høvdu nóg mikið av málmøguleikum aftaná teir komu á odda 1-0, at teir áttu at havt avgjørt dystin í góðari tíð.
B36 hevur 12 stig upp til oddin, men teir í B36 ætla at gera alt hvat teir kunnu fyri at fáa eina so høga endastøðu, sum gjørligt.