Klokkan 9.30 í morgin verður onnur sjúklinganøgdsemiskanningin í Føroyum almannakunngjørd. Danski kanningarstovnurin ?Enheden for Brugerundersøgelser? hevur staðið fyri kanningini og skrivað frágreiðingina.
Karen Stage Fritsen frá danska kanningarstovninum leggur úrslitið fram av kanningini.
Tá eitt sjúkrahúsverk skal dygdarmennast, hevur tað stóran týdning at atlit verður tikið til kunnleikan til upplivingar og metingar hjá sjúklingunum, og at sjúkrahúsini verða dygdarment í samsvari við ynskir hjá íbúgvum landsins.
Eftir áheitan frá Sjúklingaráðnum í Føroyum varð í 2007 fyri fyrstu ferð gjørd ein landsumfatandi kanning av, hvussu sjúklingar upplivdu tey føroysku sjúkrahúsini.
Í 2010 er aftur ein landsumfatandi kanning gjørd, og frágreiðingin, sum verður løgd fram hósdagin, lýsir hvussu sjúklingarnir meta sjúkrahúsverkið í 2010 ? trý ár aftaná fyrstu kanningina.