Nøgdir hóast tap

Spælarar og venjarar á U19 landsliðnum í fótbólti vóru væl nøgdir við avrikið í EM-dystinum ímóti Sveis í gjár. Føroyska liðið tapti dystin 3-1, men føroyska liðið var væl við í dystinum og kundi við eitt sindur av hepni fingið eitt enn betri úrslit. Klæmint Olsen úr NSÍ skoraði føroyska málið. Í fyrsta dystinum í EM-undankappingini í Hvítaruslandi taptu Føroyar 5-0 ímóti Spania. Triðji og seinasti dysturin verður týsdagin, og tá spæla Føroyar ímóti vertstjóðini Hvítaruslandi.