Uppgerðin hjá Hagstovuni fyri inn- og útflutning í januar í mun til sama mánað í fjør vísa, at meðan samlaði fiskavøruútflutningurin minkaði heili 11.852 tons, svarandi til 46%, var útflutningsvirðið hinvegin hitt sama.
Í virði eru tað serliga skeljafiskur og uppisjóvarfiskur, ið eru minkað nógv í virði, men talan er um ávikavist smáar nøgdir og bíligan fisk. Í virði er útflutningurin av skeljafiski í januar minkaður við 8,2 milliónum krónum, úr 9,7 niður í 1,5 milliónir krónur. Tað svarar til 84%.
Fyri uppisjóvarfiskin er talan um eina minking í virði frá 37,6 niður í 15,5 milliónir krónur, ið er eitt fall á 59%. Annar fiskur og fiskaúrdráttir minka eisini í virði úr 21,2 niður í 16,4 milliónir krónur, svarandi til 23%. Eisini innan bólkin flundrufiskur er talan um eina lítla minking, úr 10,6 niður í 9,8 milliónir krónur, svarandi til 8%.
Hinvegin síggja vit eina lítla øking í útflutningsvirðinum á bornfiski, úr 112,9 upp í 115,5 milliónir krónur, og tað svarar til 2%.
Bjargingin liggur í økta útflutningsvirðinum á alifiski, ið økist úr 59,6 upp í 92,9 milliónir krónur. Tað svarar til eina øking á 56%.
Samlaða virðið á fiskavøruútflutninginum øktist frá januar 2009 til januar 2010 úr 251,5 upp í 251,6 milliónir krónur, ið er ein øking, ið ikki verður skrásett sum øking í prosentum.
Útflutningurin av bólkinum aðrar vørur minkaði 7,2 milliónir krónur niður í 14,5 milliónir, ella 67%, meðan útflutningur av skipum vaks úr 12 upp í 190 milliónir krónur – svarandi til1483%.
Nógv færri tons
Um hugt verður at útflutninginum í tonsum, er støðan ein heilt onnur. Bara innan alifisk er tonsatalið størri í januar í ár sammett við í fjør. Talan var um eina øking í tonsatali 182, úr 2437 upp í 2619, svarandi til 7%.
Allir aðrir høvuðsbólkar innan fiskavørur eru minkaðir í tonsum. Størsta prosentvísa minkingin er fyri skeljafisk, sum minkar 97%, úr 741 niður í 22 tons. Men eisini bólkurin uppisjóvarfiskur minkar í stórum, úr 10.961 tonsum niður í 2.989 tons. Tað svarar til 73%.
Tølini fyri flundrufisk eru smá, men eisini innan tann bólkin minkar útflutningurin í tonsum, úr 373 niður í 217 tons, ella 42%. Eisini fyri botnfisk er talan um eina minking, úr 6.882 niður í 5.182 tons, og tað svarar til 25%.
Eisini í bólkinum annar fiskur og fiskaúrdráttir er talan um minking, úr 4.611 niður í 3.124 tons. Tað er ein munur á 1.487 tons, svarandi til 32%.
Samlað er talan um eina minking í útflutningi av fiskavørum á 11.852 tons, úr 26.005 niður í 14.153 tons. Tað er ein minking í prosentum á 46.
Men hóast hesa stóru minkingina í tonsatalinum, er útflutningsvirðið ikki minkað, og tað merkir, at fiskaprísurin er munandi hægri í januar í ár sammett við januar í fjør.
Verða skipini tald við í útflutningsvirðið er talan um eina øking í útflutninginum frá januar 2009 til januar í ár upp á 163,6 milliónir krónur, svarandi til heili 57%.
Innflutningurin minkar
Uppgerðin hjá Hagstovuni umfatar eisini innflutningin í januar í ár sammett við januar í fjør.
Talan er um stóra minking og stóra øking í ymsu bólkunum, men samanlagt er talan um eina minking á 6%.
Størstu minkingina í prosentum finna vit innan bólkin skip og flogfør, men upphæddirnar eru sera smáar. Talan er um eina minking upp á 82%, men í virði er minkingin úr 600.000 krónum niður í 100.000 krónur.
Bólkurin til hav- og landbúnað minkar eisini nógv, úr 16,6 niður í 8,6 milliónir krónur, svarandi til 48%.
Áhugavert er, at meðanbrennievni minkar úr 71,6 niður í 58,4 milliónir krónur – tað er 19% - so er innflutningurin av bilum øktur í januar í ár sammett við januar í fjør úr 3,0 upp í 6,8 milliónir, svarandi til 126%. Sum sæst er talan tó um lutfalsliga smá tøl.
Næststørstu økingina í innflutningi í prosentum er í bólkinum rávøra til fiskavirking, sum veksur úr 4,7 upp í 10,5 milliónir krónur. Tað er ein øking upp á 123%.
Áhugavert er eisini, at bólkurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu minkar. Har fluttu vit inn í januar 2009 fyri 86,1 millión, meðan virðið í januar í ár er minkað niður í 81,1 millión krónur. Tað er ein minking á 6%.
Samanlagt er innflutningsvirðið í januar í ár 260,8 milliónir, meðan samlaða útflutningsvirðið er 448,8 milliónir krónur – íroknað ein útflutning av skipum á 190 milliónir krónur.
Tað sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni.