Nýgamal handil opnaður í Sørvági

Mikudagin lat PE upp nýggjan handil í Sørvági. Tað er Bakaríið hjá Valdemari, sum nú er umbygt og hevur fingið nýggjan leiðara

Sørvingar hava í nógv ár havt tveir handlar heima í bygdini. Bakaríið hjá Valdemari og Løðuhandilin. Nú er Løðuhandilin stongdur, og Bakaríið hjá Valdemari er gjørt um til tann fimta PE handilin í Føroyum.
Í hesum høpi er handilin nógv umbygdur og inngongdin er flutt. Nú er eitt stórt skelti á framsíðuni á bygninginum, og inngongdin er flutt til síðuna av húsinum.
Nógvar vørur hava fingið nýtt pláss, og handilin er avgjørt lættari at yvirskoða. Næstan alt innbúgv er skift út, og hølið er gjørt ljósari enn áður.
Starvsfólkini sum fyrr starvaðust í Løðuhandlinum og í Bakarínum hjá Valdemari hava øll fingið tilboð um at byrja hjá PE. Leiðari í nýggja handlinum er Ingi Ørvarodd.
Men stórsta broytingin er tó tíðin, sum handilin er opin. Sørvingar kunnu nú fara til handils líka til klokkan 22 um kvøldið, allar dagar uttan sunnudag.
 Fólk hava nógv at gera um dagarnir, og vit hava sæð tað í okkara handlum aðrastaðni, at tað verður væl móttikið at hava opið so leingi, sigur Ingi Ørvarodd.
Higartil hava nógvir sørvingar vitjað nýggja handilin og vanligasta ummælið er, at tað er rúmligari og ljósari enn fyrr.