Jegvan Bæk veit av sonnum, hvat tað hevur at týða fyri fólk og familjur, sum eru rakt av at ein teirra er alkoholmísnýtari.
Trupulleikarnir eru ikki vorðnir minni við nýggju rúsdrekkalógini. Kortini er ein broyting, heldur sálarfrøðingurin: Tað er ikki so stór skomm longur, at fara til avvenjingar fyri misnýtslu. Eisini, at fleiri kvinnur nú enn áður, fáa viðgerð fyri misnýtslu.
Vandin økist við lættari atkomiligheit
Heldur tú at fleiri gerast misnýtarar, um fleiri skeinkingarloyvi verða latin?
Kannngar vísa, at nýtslan økist við lættari atkomiligheit, sigur Jegvan Bæk og vísir til ein kendan normann Olaf Fekjær, psykiatari og granskari innan misnýtslu, sum sigur, at meira vanligt tað er at drekka, størri er vandin fyri at vanliga drekkingin verður til misnýtslu.
Tað haldi eg verða ein røtt meting, sigur sálarfrøðingurin.
Eru fleiri misnýtarar í dag, í mun til áðrenn núggja rúsdrekkalógin kom?
Mín meting er, at misnýtslan er vaksin, hóast tilgongdin á viðgerðarstovnunumkanska ikki er størri enn áður,. Tað sigi eg út frá tí, sum eg hoyri frá fólki og avvarandi. Meir verður drukkið og meira javnt . Um fleiri koma í viðgerð, veit eg ikki rættiliga í tølum, men um rúsdrekkalógin er orsøkin er torført at siga.
Um fleiri matstovur fáa skeinkiloyvi, heldur tú at fleiri fáa tørv á viðgerð?
Eg vænti ikki, at fleiri fara í viðgerð, men at fleiri enn nú fara at drekka so nógv, at tað verður ein trupulleiki hjá familjunum.
Avleiðingarnar
av misnýtslu
Tað gongur long tíð áðrenn familjan krevur at viðkomandi fer í viðgerð. Avleiðingarnar av hesumvera nógvar ósemjur, sorgartilburðir, ólukkulig børn og kanska at familjan sindrast, sigur Jegvan Bæk.
Ert tú ímóti at fleiri skeinkiloyvi verða latin?
Persónliga haldi eg ikki, at tað er neyðugt at lata fleiri skeinkiloyvi í Havn, tí her eru einar fimm matstovur at velja millum, um fólk hava hug at keypa rúsdrekka.
Nógv fólk fáa viðgerð fyri misnýtslu á viðgerðarstovnunum, og partur av teimum fáa fleiri viðgerðir.
Í fjør fóru umleið 8,6 mió. krónur til viðgerðarheimini Blákrossheimið og Heilbrigdið.










