Nóg mikið tosað um flogvøll

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir frá at bíða við at útbyggja flogvøllin í Vágum, tí at fleiri kanningar skulu gerast. Nú er nóg mikið tosað, og tað er upp á hægstu tíð, at Føroyar fáa ein flogvøll, sum lúkar nútímans krøv til trygd og reglusemi, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni í dag.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at tað má undir ongum umstøðum arbeiðast soleiðis, at tann ætlaða útbyggingin av samfelagnum kemur í drag. Føroyskt vinnulív hevur tørv á, at farleiðin umvegis flogvøllin verður ment við øktum reglusemi, og at betrað verður um møguleikarnar hjá øðrum fyritøkum at bjóða tænastur á farleiðini, sigur felagið.

Sagt verður, at tað er eisini ein fortreyt fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum, at flogvøllurin verður longdur.

Víst verður á, at verður samanborið við Ísland, sum tekur ímóti umleið 500.000 ferðafólkum um árið umframt teimum 60.000, sum koma við cruiseskipum, sæst, at 487.000 av teimum, sum koma til Íslands, koma við flogfari.

-Eingin orsøk er til at halda, at møgulig ferðandi til Føroya hava minni tørv á at ferðast loftvegis, enn tey ferðafólk, sum koma til Íslands. Eitt týdningarmikið lið í at fáa ment føroyska ferðavinnu og føroyska vinnu yvirhøvur er tí at betra um møguleikarnar at ferðast um flogvøllin í Vágum, skrivar Arbeiðsgevarafelagið.