Kassatrupulleikin
Kári í Garði, stjóri á Kassamiðstøðini á Toftum, er sannførdur um, at trupulleikin við kassum, sum verið hevur í langa tíð, stendst ikki av, at ov fáir kassar eru í skipanini hjá Kassamiðstøðini.
- Hóast fiskiskapurin er vaksin sera nógv seinastu árini, og ein veksandi partur av fiskinum fer heilur av landinum, hevur Kassamiðstøðin megnað at havt kassar tøkar, sigur stjórin, sum hevur sent fjølmiðlunum eitt skriv um hesi viðurskifti.
Hann vísir á, at í seinastu viku stóðst mikið rok av, at ov fáir fiskakassar skuldu vera, og at útróðrarfiskur sostatt mátti seljast óskyldur ? við tí úrsliti, at prísurin lækkaði.
- Men tá ið mest fiskur kom uppá land hesar dagar, hevði Kassamiðstøðin 35.000 kassar eftir á goymslu.
Tí er tað ikki rætt, sigur Kári í Garði, tá ið Fiskamarknaður Føroya førir fram, at neyðugt var at selja útróðrarfisk óskildan vegna kassatrot.
Hvar er trupulleikin?
- Fiskamarknaður Føroya hevur seinasta árið gjørt íløgur í stór skiljibond, bæði í Klaksvík og á Toftum. Sum skilst, kunnu hesi skilja 8 kassar um minuttin í part ella 1.000 tons um samdøgnið - í smáar kassar.
Kári heldur, at um hetta ikki er nóg mikið, standa nógv skiljibond runt á virkjunum, sum uttan iva kunnu leigast, tá ið ástendur.
- Kassarnar skal Kassamiðstøðin koma við, leggur stjórin dent á og
spyr, hvar trupulleikin er??
Kári í Garði heldur, at tað hevði verið meira hóskandi hjá Fiskamarknaði Føroya at fyrireikað seg til støðuna og verið við at loyst uppgávuna ? heldur enn bara at koma við atfinningum.
250.000 kassar
Í skrivinum, vísir stjórin á, at Kassamiðstøðin er eitt partafelag, sum er stovnað av vinnuni í 1995. Endamálið er at hava tøkar fiskakassar til fiskivinnuna, og at halda hesar viðlíka.
- Síðan byrjanina, hava vit keypt 250.000 kassar fyri 56 milj. krónur, og bert seinasta árið eru keyptir 50.000 kassar fyri 16 milj. krónur, sigur Kári í Garði.