Í dag fer Tórshavnar býráð at viðgera støðuna við parkering í býnum, har eitt uppskot millum annað er at seta parkometur upp, so fólk verða noydd at rinda fyri at seta bilin í miðbýnum. Hetta samsvarar við kanning, sum Rambøll hevur gjørt fyri Tórshavnar kommunu.
Eitt av úrslitunum av kanningini er, at langtíðarparkeringsplássini gera tað trupult hjá øðrum at gera síni ørindi í býnum, tí størstu parkeringsplássini hava onga avmarking. Kanningin sigur beinleiðis, at klokkan 14 eru 95 til 100 prosent av plássunum á Skálatrøð, á Frúutrøð, í J.Paturssonargøtu og á Glaðsheyggjum í nýtslu klokkan 14, umframt, at bara eini 13 prosent av plássunum í innara miðbýnum eru tøk um somu tíð.
Alt upptikið
13 prosent av parkeringsplássunum í innara miðbýnum er ikki nógv, tí tað svarar til, at bara 20 pláss. Tí almennu parkeringsplássini eru 732 í tali í innara miðbýnum.
20 pláss kunnu tykjast at vera ríkiligt at hava, tá tú bara nýtir eitt, men trupulleikin er, at tað tekur so langa tíð at finna eitt parkeringspláss í miðbýnum.
Í kanningini hjá Rambøll stendur, at 15 til 20 prosent av plássunum mugu vera tøk, so mann ikki hevur ov nógvan parkeringsleitandi trafik.
Tað vil við øðrum orðum siga, at tey, ið hava tørv á at gera smá ørindi, ikki hava møguleika at seta bilin í miðbýnum, tí plássini eru upptikin av fólki, sum standa har allan dagin.
Útum at seta bilin
Tí leggur kanningin hjá Rambøl upp til, at fleiri tíðaravmarkingar verða settar á parkeringsplássini í innara miðbýnum, tí fólk plaga at góðtaka at ganga ein longri tein, um tey skulu seta bilin í longri tíð.
Ein niðurstøða í kanningin er, at kommunan hevur umsitið parkeringina skeivt, tí ein stórur partur av plássunum, ið liggja heilt væl fyri verða nýtt til langtíðarparkering. Skálatrøð er eitt av hesum økjum.
Rinda fyri parkering
Sum eina møguliga loysn nevnir kanningin krevja gjald fyri parkering í hesum økjum, sum liggja væl fyri. Tí verður gjald kravt fyri parkering, so hevur tað við sær, at fólk parkera í styttri tíð, og heldur seta bilin longri úti í býnum, har tað er ov mikið av plássi, um fólk skulu seta bilin í longri tíð.
Soleiðis slepst eisini undan óneyðugari parkering. Tað vil siga, at fólk, sum ikki hava beinleiðis tørv á at seta bilin so nær miðbýnum, heldur seta hann onkra aðrastaðni.
Viðgera í kvøld
Í kvøld verður parkeringin í miðbýnum viðgjørd á forfundi í býráðnum. Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, eru sera heit fyri uppskotinum, um at krevja gjald fyri parkering í fleiri støðum í Havn, meðan Jan Christiansen, andstøðulimur heldur minni um uppskotið, hóast hann fer at viðgera tað við opnum sinni.
Í Sosialinum í gjár kom fram, at tað er møguleiki fyri, at gjald verður lagt á longu í 2010. Men at brúkararnir ikki eru so fegnir um hetta.










