Nú fer tingið til arbeiðis aftur

Nøkur mál mugu bíða

Mikudagin í síðstu viku var fundum millum allar floksformenninar og Jógvan á Lakjuni, tingformann. Har varð fundast um, hvussu arbeiðast skal í tinginum fram eftir í sambandi við koronastøðuna, og snakkað bleiv um, hvørt tað er realistiskt at viðgera øll mál hesumegin ólavsøku.

Tað er greitt, at tað vera fimm fundir næstu dagarnar. Fyrsti fundurin verður í morgin, og síðsti fundur í hesum lagi verður mánadagin 27. apríl.

Men øll mál verða ikki viðgjørd, sum upprunaliga ætlað. 18 mál eru ikki sett á skrá enn og mugu bíða. Tað varð mett, at nøkur mál ikki hava so stóran skund, og tí kunnu tey væl bíða til seinni, sambært tingformanninum.

– Andstøða og samgonga eru samd um at bíða við nøkrum málum inntil aftaná ólavsøku. Samgongan bíðar við níggju málum, og andstøðan bíðar við níggju málum, sigur Jógvan á Lakjuni, tingformaður.

– Tað, sum hevur skund, tað fara vit at viðgera nú, sigur hann.

Arbeiðið hjá løgtingsfólkunum seinasta góða mánaðin hevur verið ávirkað av korona, soleiðis at tey ikki hava verið í løgtinginum sum vanligt. Hevði støðan verið vanlig, so hevði løgtingið fari í summarfrí einaferð í mai, men soleiðis verður ikki í ár.

– Vit taka ein ella hálvanannan mánað aftrat, soleiðis at vit koma at arbeiða nakað inn í juni mánað, sigur Jógvan á Lakjuni.

##med2##

Tilmælini um ikki at savnast fleiri enn 10 fólk verða fylgd, og tí verður viðgerðin av komandi málunum í vikuni býtt upp eftir nevndum, soleiðis at ov nógv fólk ikki eru í sama rúmi í senn.

Nú fyrstu dagarnar verða tað bara 1. viðgerðir, og tá skal ikki atkvøðast. Tí ber væl til bara at hava framsøgufólk umboðandi nevndirnar til staðar, soleiðis at hesi kunnu siga sínar meiningar vegna flokkarnar, og síðani fara málini í nevnd.

– Vit hava avtalað, at vit bara fara at brúka framsøgufólk. Vit halda fast við, at vit ikki skulu vera meira enn 10 fólk inni í tingsalinum í senn, sigur Jógvan á Lakjuni.

 Tá 1. viðgerðirnar eru lidnar, fara nevndirnar at arbeiða við málunum. 

– Tað eru sjey fólk í hvørjari nevnd, so tað ber væl til at arbeiða, sigur tingformaðurin.

Tá tað kemur til 2. viðgerð, so skulu tingfólkini atkvøða, og tað er ikki heilt greitt enn, hvussu farast skal fram tá. 

– Til ta tíð mugu vit finna útav, hvussu vit gera til, sigur tingformaðurin.

Fleiri mál á skrá

Í morgin verða trivnaðarmál avgreidd, og har er eitt nú eitt uppskot til samtyktar um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum. Mikudagin verða vinnumál avgreidd, har millum annað uppskot um broyting í barsilslógini verður og uppskot um menning av føroyskari filmsvinnu. Eisini verður uppskot til samtyktar um at fremja lóggávu, ið forðar fyri, at útlendingar kunnu keypa jørð og bústaðir í Føroyum.

Hósdagin verður uppskot um dagføring av vardum bústaðum. Fríggjadagin verða mentamál á skránni, m.a. er eitt uppskot til samtyktar um at styrkja støðuna hjá føroyskum í Føroyum.

Mánadagin 27. apríl er eitt uppskot til samtyktar um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum eitt nú vegna aldur, og eitt annað um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í arrestini í Mjørkadali verða nøktandi og á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum annars.