Nú fer Smyril aftur at sigla sum vanligt

Gongst sum ætlað, verður nú friður til eina ferð næsta ár

Mánamorgunin fer Smyril aftur at sigla eftir vanligu ferðaætlanini. Siglingin hevur annars verið órógvað í fleiri umførum hesar seinastu mánaðirnar. 

 

Fyrst vórðu nakrar rivur funnar í skipinum, sum máttu sveisast aftur og tá vórðu fleiri túrar lagdir burtur ímillum.  Í mai varð farið undir arbeiðið at yvirhála ein av motorunum og tað arbeiðið varð liðugt mitt í juni. Men beint eftir jóansøki var so farið undir arbeiðið at yvirhálað ein motor afturat og tað arbeiðið er beint nú liðugt.

 

Sostatt fer Smyril nú at sigla aftur eftir vanligu ferðaætlanini, og tann fyrsti túrurin eftir henni verður av Krambatanga mánamorgunin klokkan seks.

 

Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðarin segði við okkum herfyri, at nú verður so friður fyri motorunum til næsta ár, tá ið triði motorurin skal yvirhálast, og í 2020 skal so tann fjórði motorurin yvirhálast. Tað er tann nýggi motorurin, sum varð settur í tíðliga í 2014, tá ið tann eini motorurin á Smyrli brádliga fór í knús.

 

Og næsta heyst skal so Smyril eisini uttanlands í dokk í einar tríggjar vikur og tá verður tað okkurt annað skip, sum skal røkja suðuroyarsiglingina. Men hvat tað verður fyri skip, er óvist enn.