BankNordik boðar í dag frá, at bankin nú fer undir at veita viðskiftafólkum eitt serligt lán til keyp av elbili. Talan skal vera um eitt lán við serliga lagaligari rentu, skrivar bankin. Umframt nýggja fíggingarmøguleikan fer BankNordik at keypa og seta upp løðingarstøðir við allar bankadeildir kring landið, har tað verður ókeypis at løða bilin.
Myndugleikar landsins hava boðað frá, at í 2030 skal øll ferðsla á landi nýta varandi orkukeldur. Samstundis hava myndugleikarnir gjørt ymisk átøk fyri at skunda undir orkuskiftið í føroysku bilparkini. Eilbilaeigarar rinda hvørki skrásetingargjald ella vegskatt og upp til eina ávísa upphædd verður meirvirðisgjaldið eisini endurgoldið.
Og tað sær út til, at føroyingar í størri mun taka elbilarnar til sín. Tøl frá Akstovuni vísa, at meðan 37 el-akfør vóru skrásett í Føroyum 1. januar í 2018, var talið í februar í ár hækkað upp í 126, og eftirspurningurin eftir elbilum er í støðugum vøkstri.
- Alsamt fleiri føroyingar keypa sær elbil, og við nýggja elbilláninum vilja vit styðja uppundir jaligu gongdina og geva okkara íkast til, at elbilar gerast ein skilagóð íløga fyri bæði umhvørvið og pengapungin. Vit hava í fleiri ár veitt orkulán við serliga lagaligari rentu til orkusparandi ábøtur á bústaðin, og nú fer tað so eisini at loysa seg at velja umhvørvisvinarligu loysnina, tá ið bilurin skal veljast. Allar deildir okkara kring landið fáa harumframt løðingarstøðir, og á tann hátt kunnu vit vera við til at gera tað eitt sindur lættari hjá okkara viðskiftafólkum at hava elbil, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.
Eftir ætlan verða løðingarstøðirnar settar upp uttanfyri deildirnar hjá BankNordik í næstum, og bankin hevur sett seg í samband við Klaksvíkar kommunu til tess at kanna møguleikarnar fyri at seta eina løðingarstøð upp við Biskupstorgið, tá ið bankin flytur í nýggju hølini í miðbýnum. So hvørt sum bilarnir hjá BankNordik-samtakinum skulu skiftast út, fer bankin eisini at leggja dent á at velja elbilar.
Nýggja elbillánið verður 0,5% bíligari enn vanliga billánið, og tað fer at bera til at læna upp til 300.000 kr. Upphæddir omanfyri 300.000 kr. fara at fylgja rentuni á vanliga billáninum.