Nú fer at bera til at føra granskingarpolitik

Fráfarandi stjórin á Granskingarstovuni fegnast um, at grundarlagið fyri at føra ein uppbyggjandi og munadyggan granskingarpolitikk nú fyriliggur við hágtølum, sum lýsa føroyska gransking út í æsir, og einum viðtøkuførum vísindaráði, sum skjótt fer til verka

Hóast langt er eftir á mál, til Føroyar eru á altjóða støði innan gransking, so gleðist  Rúna Hilduberg um tey framstig, sum eru hend, síðani Granskingarráðið varð sett á stovn í 2002.

- Tað, sum eg eri stoltast av, er, at eitt yvirskipað Vísindaráð nú verður sett á stovn, og at hagtøl eru fingin til vega at byggja ein samskipaðan og langtíðar granskingarpolitik á.

Løgmaður nevndi Vísindaráðið í ársins løgmansrøðu. Men tað gjørdi hann eisini tvey tey seinastu árini. Rúna Hilduberg greiðir frá, at Vísindaráðið varð samtykt í mei 2006. Men ósemja um, hvør skuldi seta útveljingina av limum í gongd, førdi við sær, at nevndin enn ikki er sett.

- Men nú er næstan komið uppá pláss, og eg vænti, at ráðið kemur at virka innan stutta tíð, sigur Rúna Hilduberg.

Vísindaráðið verður eitt viðtøkuført ráð. Løgmaður verður formaður, landstýrisfólk verða limir umframt umboð fyri vinnu, arbeiðstakarar og gransking, og stjórin í Granskingarráðnum verður skrivari.

Sambært Rúnu Hilduberg er stórur tørvur á hesum ráðnum. Granskingarøki er býtt út á flestu aðalráð, og torført hevur verið at fáa nøktandi samskifti og semjur. Eisini gevur Vísindaráðið granskarum beinleiðis atgongd til politisku skipanina.

- Aðra staðni hava bæði politisku flokkar og stjórnir ein greiðan granskingarpolitik, men soleiðis er ikki í Føroyum. Her ræðist man politiska raðfesting á granskingar økinum. Men politiska luttøkan í vísindaráðnum fer at tvinga politikarar at taka støðu og finna semjur.

- Klandri um hvør hevur ábyrgdina fyri manglandi ES luttøku vísir eisini greitt, at tørvur er á einum viðtøkuførum yvirskipaðum ráðið.

Eitt annað, sum Rúna Hilduberg fegnast um, er, at hagtøl nú eru tøk at byggja ein veruligan granskingarpolitik á. Fyrr í vár gav Granskingarráðið fleiri bólkingar út, sum út í æsir lýsir fyritreytirnar fyri og umstøðurnar hjá granskingini í Føroyum.