Nú fekk John bóltin

Maðurin sum legði upp til føroysku málini helt eftir dysti, at nú John hevði tosað so nógv um, at hann skuldi hava bóltin, so mátti hann heldur akta

Fótbóltstos

Einki er at fara skeivur í, at Jákup á Borg mundi teljast millum allar bestu føroysku leikararnar á Svangaskarði leygardagin. Hann var partur av mest sum øllum tí føroyska álopsspælinum, og tað var eisini hann, sum í tveimum førum sendi bóltin innfyri, soleiðis at John Petersen kundi geva skotum meira enn ein vanliga stóran hvøkk.

Ikki bara plássið
Tað var kanska eitt sindur merkisvert ? serliga í fyrra hálvleiki ? at føroyska høgra síðan fekk somikið gott pláss at arbeiða í, og Jákup ásannaði eisini eftir dystin, at hann ikki hevði roknað við at fáa somikið góðar treytir.
- Tað var soleiðis, at hasin reyðhærdi, sum spældi yvirav mær, alla tíðina søkti inn móti miðjuni, og so fekk eg sjálvandi hampuliga gott pláss at arbeiða í. Men tað skal eisini sigast, at í uppspælinum til seinna málið hevði eg ikki so gott pláss, tá eg fekk bóltin. Har mátti eg líka gera ein tunnil, áðrenn eg fekk sent bóltin inn, men tað riggaði so eisini, segði hann flennandi og heldur ósmæðin undir døgurðanum, sum leikararnir fingu eftir dystin.
- Nú var tað eisini soleiðis í vikuni, at John hevur gramt seg óført um, at hann vil hava bóltin, so har var bara eitt at gera fyri at tippa hann!