Leygardagin 19. september skipar Roysnið fyri rennikapping í Eysturoynni.
Tað er kappingin »Runt Agnið«, sum nú kann sigast at vera ein fastur táttur í renniárinum.
Byrjað verður við Tofta Skúla, runnið verður úteftir, og málið er á keiini á Toftum. Hesin teinurin er tilsamans 10,5 kilometrar.
Tað eru eini trý-fýra ár síðani, at henda kappingin varð runnin fyrstu ferð. Í fjør vóru ikki so nógvir luttakarar, bert 12 í tali, men veðrið var heldur ikki serliga gott tann september-dagin. Veðrið hevur sum vera man nógv at siga til slíkar kappingar, og fyrireikararnir vóna, at veðurgudarnir eru í góðum lag leygardagin.
Í fjør vann Guttorm Sørensen kappingina hjá monnum við tíðini 37 minuttir og 13 sekund. Hjá kvinnunum vann Sigrid Røsvik við tíðini 52 minuttir og 59 sekund.
Tilmelding til kappingina fer fram á staðnum, og tí ber ikki til at siga, hvussu nógvir luttakarar vera við hesaferð. Men eftir hvat vit hava frætt, verður Guttorm Sørensen aftur við í ár, og tað merkir, at favoritturin til at vinna kappingina er funnin. Kappingin byrjar klokkan 15.00, og Roysnið heitir á luttakararnar um at møta við Tofta Skúla í minsta lagi ein hálvan tíma áðrenn kappingin byrjar.
Roysnið fyri
fjórðu ferð
Roysnið er eitt nýtt felag fyri frælsan ítrótt, sum hevur heimstað við Skálafjørðin. Felagið varð stovnað í vár og hevur í dag umleið 15 limir.
Sølvi R. Hansen úr Roysninum sigur, at hetta er nøkulunda tað, tey høvdu roknað við. Kappingin »Runt Agnið« verður fjórða kappingin, felagið skipar fyri, síðani tað bleiv stovnað. Og um ein góðan mánað verður ein afturat, nevniliga »Heiðarenningin«, sum er 7,2 kilometrar.
Roysnið hevur sum sagt 15 skrásettar limir, men tey eru nógv, sum íðka annan ítrótt og hava renningina við síðuna av, so tað er uttan iva grundarlag fyri enn fleiri limum.