Nú fara danir rættiliga í kríggj ímóti corona

Nú verða øll møgulig tiltøk forboðin og alt landið steingir – og hetta verður hart, sigur danski forsætisráðharrin

Danskir myndugleikar eru nú rættiliga farnir í kríggj ímóti corona smittuni og setir nú tiltøk í verk, sum eru eindømi í søguni.

Og tað gera tey í kjalarvørrinum á, at talið á smittaðum danskarum er eksploderað hetta seinasta samdøgurið, tí í gjár vóru 157 danir smittaðir, men í dag er talið komið upp á 514. Sostatt er støðan gravalvorlig, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri.

Tí verða tiltøk nú sett í verk og tað fer at fáa stórar avleiðingar fyri næstan allar danskarar, sigur hon.

– Vit hava eina uppgávu, sum er týdningarmiklari enn nakað annað, og tað er at forða fyri, at ov nógvir danir verða smittaðir ísenn, tí so klárar heilsuverkið ikki at veita neyðuga viðgerðina, legði hon afturat.

Tí verða hesi tiltøk sett í verka:

Øll almenn starvsfólk verða send til hús, uttan tey, sum noyðast at vera til arbeiðis, eitt nú heilsustarvsfólk, løgregla, starvsfólk í eldrarøktini o.s.fr.

Øll sum kunnu, skulu arbeiða heimanífrá, men eingin verður trektur í løn

Sjúkrahús og røktarheim skulu avmarkað talið á vitjanum og allir skúlar, útbúgvingarstovnar, og dagstovnar til børn, lukka, fyribils í tvær vikur. Tað sama gera bókasøvn og øll onnur støð, har fólk savnast. Samstundis verður eisini mælt til, at samkomur avmarka møti verða avmarkað.

Fólkatingið fer eisini, alt fyri eitt, at samtykkja lógir, sum geva heimild til at lukka konserthallir, stuttleikaparkir, mastovur, náttklubbar, barrir og skeinkistøð, og tá ið tað er samtykt, verður tað gjørt. Men mælt verður til at gera tað sjálvboðið, alt fyri eitt.

Innanduratiltøk, har yvir 100 fólk eru savnað, skulu ikki haldast og heitt verður á fólk um at brúka almennu samferðsluna minst møguligt.

Samstundis verður heitt á privatar arbeiðsgevarar um at lata øll starvsfólk, har tað letur seg gera, arbeiða heimanífrá, og at fáa avspáking og feriur frá hondini nú, har tað ber til.

Og so mæla tey staðiliga til, at fólk í vandabólkunum, gomul og fólk, sum eru sjúk og veik, verða verandi heima.

Tað verður neyðugt, at fólk hjálpa hvørjum øðrum, at tey fara til handils fyri hvønn annan og at tey passa børn fyri hvønn annan, sigur forsætisráðharrin.

Samstundis hava sjúkrahús eisini boðað frá, at ætlaðar kanningar og skurðviðgerðir, verða útsettar, har tað ikki stendur um lív og heilsu.

Fólkatingið fer at viðgera støðuna í morgin, eitt nú at útvega stjørnini heimild til at seta fleiri tiltøk í verk – men tað sleppa ikki meiri enn 100 fólkatingslimir til arbeiðis fyri at halda timælini, tey sjálvi hava sett í verk.

Mette Frederiksen sigur, at tey umhugsa eisini at seta tiltøk íverk ímóti fólkum, sum koma til Danmarkar, eitt nú at kanna tey fyri sjúku, áðrenn tey sleppa leys.