- Brúðarpara-pyntið til eitt nú brúðarkøkuna er nú eisini at fáa til tey, sum eru av sama kyni.
Enn kunnu samkynd ikki giftast í Føroyum, men ivaleyst verður ikki leingi til, at málið verður endaliga avgreitt og borgarlig vígsla av samkyndum verður ein veruleiki í Føroyum. Eitt mál, sum hevur elvt til nógv kjak og til tíðir hevur kloyvt tjóðina í tvey, nærkast nú endanum.
Og tað sæst aftur á handilshillunum hjá Rit&Rák í SMS. Tí í gjár kom brúdleypspynt til Føroya, sum er gjørt til tvey av sama kyni.
Kári Árting, stjóri í Rit&Rák sigur, at í hansara hugaheimi er hetta ikki nøkur stór hending.
- Vit hava fólk, sum hava eftirspurt og keypt hesar vørurnar, so tað er natúrligt, at vit hava tað á hillunum, sigur hann í dag og vísir á, at slíkt eisini verður brúkt til forlovilsisveitslur og annað.
Felagsskapurin LGBT fegnast um tað, sum broytt er í handlinum.
- Rit og Rák hevur dagført sítt úrval av brúðarprýði, so tað samsvarar við eitt skjótt broytandi føroysk samfelag. Flott, skrivar felagsskapurin á Facebook síðuni.