NÍF skipar fyri Toyoto Cup-innandurakapping

Nólsoyar Ítróttarfelag - NÍF - skipar fyri innandurakapping í fótbólti, sum nevnist Toyoto Cup í Hoyvíkshøllini, nú leygardagin 29. mars. Liðini ið gerast nr. 1, 2 og 3 fáa steyp og heiðursmerki til ognar. Vinnarin fær eitt gávukort áljóðandi 500 kr. frá Hvonn. Loyvt er liðunum at hava EIN leikara á liðnum, sum leikar í Formuladeildini, 1. deild ella 2. deild. 4 leikarar byrja inni í hvørjum dysti, og loyvt er at hava ein skiftisleikara. Lið, ið ynska at melda seg til innandurakappingina melda seg til á nif@post.olivant.fo, ella við at ringja á fartlf.nr 581214 ella 587092.