Ein áhugabólkur í Gøtu hevur fingið listarmannin Hans Paula Olsen at gera eina standmynd av gamla Tróndi í Gøtu
Gongst sum ætlað, verður ein standmynd av Tróndi í Gøtu avdúkað í Norðragøtu í juli næsta ár, skrivar Dimmalætting.
Tað er Hans Pauli Olsen, listarmaður, sum skal gera standmyndina. Hon verður úr bronsu, men sokkulin verður úr gróti.
Tað er ein áhugabólkur í Gøtu, sum hevur biðið Hans Paula gera standmyndina. Árant Hansen í áhugabólkinum sigur við Dimmalætting, at hugskotið um eina standmynd av Tróndi í Gøtu er næstan 100 ára gamalt, tí Símun av Skarði reisti tað á sumri í 1908, og tí er ætlanin, at standmyndin skal vera liðug tá.
Tað er vinnulívið í Gøtu, sum fíggjar standmyndina, og kommunan stuðlar tiltakinum við at gera økið til standmyndina til reiðar.