Nú fær Tottenham nýggjan leikvøll

Eftir langa bíðitíð, gerst nýggi leikvøllurin hjá Tottenham endiliga veruleiki síðst í hesum mánaðinum

Tað skuldi vera í seinasta summar, og tað skuldi vera síðst í farna árið. Men nú – síðst í mars - verður tað endiliga veruleiki. Nýggi leikvøllurin hjá Tottenham verður endiliga tikin í nýtslu.

 

Tað boðaði felagið frá á heimasíðu sínari í gjárkvøldið. 24 mars verður fyrsti dysturin leiktur á nýggja leikvøllinum, tá U18 feløgini hjá Tottenham og Southampton bresta saman, og seks dagar seinni verður ein legendu dystur við fyrrverandi Tottenham leikarum hildin á vøllinum.

 

Nær besta liðið hjá Tottenham, fer at spæla á nýggja leikvøllinum, er ikki greitt enn.

 

Tað veldst um hvussu útfallið av FA Cup dystinum millum Brighton og Millwall fer at vera. Vinnur Brighton dystin móti Millwall, verður fyrsti heimadysturin hjá Tottenham ein útsettur dystur í Premier League móti Crystal Palace tann 3. apríl, og tapur Brighton dystin móti Millwalll, verður Brighton fyrsta mótstøðuliðið á nýggja leikvøllinum tann 6. ella 7. apríl.

 

Meðan bíðað hevur verið eftir nýggja leikvøllinum, hevur Tottenham spælt allar sínar dystir á Wembley.

 

Nýggi leikvøllurin hjá Tottenham, ið enn ikki hevur fingið nakað navn, fer at rúma áleið 62.000 fólkum.