Upptakt
Tað verður veitslurómur í Gundadali leygardagin. Gullmerkini eru tryggjað hjá HB annað árið á rað, og í so máta er talan bert um avgreiðsluspurning sunnudagin.
At avgreiðsluspurningurin so eisini ímóti javnaldranum og arvafíggindanum úr Klaksvík, man ikki gera fótbóltshýrin í felagnum minni.
Gullið í Havn
Nakað, sum heldur ikki man gera fótbóltslagið minni, er tann sannroynd, at hetta er fyrstu ferð í 13 ár, at HB fær gullkrónurnar handaðar í Gundadali. Í 1998 hendi hetta í Fuglafirði, og í fjør á Tvøroyri, og tí man tað ivaleyst kennast eyka stórt, nú hetta hendir á heimavølli.
Av teimum, sum í dag spæla á HB-liðnum, var tað bert Jan Dam, sum eisini var partur av liðnum í 1989, og tó at minnið hjá honum vanliga er gott, so man eisini hann gleða seg til løtuna.
Annars verður sagt úr HB, at teir kanska ikki eru heilt so væl fyri hesaferð, sum teir hava verið til onkrar aðrar dystir. Einir seks leikarar hava ligið við krími hesa vikuna, men tað verður tó roknað við, at hesir verða tøkir til leygardagin!
Eingi leikbann eru í hópinum, so tað verður eingin leikari, sum hesari orsøk noyðist at taka til takkar við einum áskoðaraleikluti.
Hjá KÍ stendur eitt sindur verri til við leikarunum undan hesum dystinum. Gul kort í dystinum móti NSÍ seinasta vikuskifti merkja, at hvørki Ove Nysted ella Atli Joensen eru tøkir, og hartil er Símun Joensen burturstaddur.
Men hóast hetta og hóast KÍ millum lítið og einki hevur at spæla fyri á stigatalvuni, so er einki at ivast í, at leikararnir fara at seg alt tað, sum teir eru mentir í hesum seinasta dystinum. Teir fáa kanska ikki forðað HB í at koma ájavnt KÍ í meistaraheitum, men teir kunnu um ikki annað vinna eina lítlu neisu við at siga, at her var KÍ kortini best.