Nú fáa vit størri frælsi at gera av um vit vilja doyggja

Nú fáa fólk størri rætt til at taka eina avgerð, sum læknarnir eru bundnir at fylgja

Nú fáa føroyingar størri frælsi til sjálvir at gera av um vit vilja sleppa at doyggja, ella um vit skulu hava viðgerð og heilivág. Tað er eitt úrslit av eini lóg, sum Løgtingið hevur í viðgerð, og sum stór semja er um.

Fyrr bara tað til hjá fólki at skriva eitt lívstestamenti, men tað hevur bara verið vegleiðandi fyri læknarnar. Og annars fór skipanin við lívstestamenti úr gildi fyri einum ári síðani, so tað ber ikki til longur.

Men nú fáa vit ístaðin eina skipan, har vit kunnu gera eitt viðgerðartestamenti og munurin er, at eitt viðgerðartestamenti er løgfrøðiliga bindandi fyri læknarnar.

Við einum viðgerðartestamenti kunnu sjúklingar tryggja sær, at læknarnir fylgja ynskjunum hjá teimum um viðgerð, skuldu teir komið í ta støðu, at teir ikki sjálvir eru førur fyri at greiða frá, hvat teir vilja

Í einum viðgerðartestamenti kunnu sjúklingar frásiga sær lívsleingjandi viðgerð, eitt nú at teir verða vaktur aftur eftir ein hjartasteðg.

Men hetta er kortini bara galdandi í teimum førum, har sjúklingar liggja fyri deyðanum, og viðgerðin bara kann leingja lív, men har teir ikki fáa tað betri, ella har pínan ikki veðrur linkað av viðgerðini.

Í einum viðgerðartestamenti kunnu sjúklingar eisini sýta fyri, at at teir verða tvingaðir til nakað í teimum førum, har teir kanska eru dementir, ella upp á aðrar mátar, ikki longur eru førir fyri at taka sær av sær sjálvum.

Men sjúklingar kunnu eisini taka støðu til, at tað vera tey avvarðandi, sum skulu hava síðsta orðið at siga í spurninginum um tey skulu fáa viðgerð, ella ikki.

Hetta er ein spurningur, sum stór semja er um í Løgtinginum, og sum Løgtingið fer at avgreiða fyrsta dagin. Men Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum, heldur kortini, at er av stórum týdningi, at vit, sum samfelag, eisini viðgera og lýsa tær etisku tvístøður, sum kunnu standast av slíkari broyting.

Trivnaðarnevndin heldur nevniligan, at eitt er ein lógarbroyting, men etisk tilvitan, og umhugsni, er ein heilt annar spurningur.