Nú er sjøtul settur á arbeiðið at endurskoða Ferðslutrygdarætlanina. Tað eru Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum hava tikið stig til at endurskoða Ferðslutrygdarætlaninam sum ananrs er frá 2007.
Tað hevur verið eitt sera stórt ynski, at ferðslutrygdarætlanin verður endurskoðað, soleiðis at hon tekur støði í dagsins avbjóðingum í ferðsluni. Nógv er hent síðani fyrstu ferðslutrygdarætlanina varð løgd í 2007, og í dag eru nýggjar avbjóðingar, sum ikki vóru eins sjónligar tá, sigur Heðin Mortensen í eini fráboðan í morgum. Eitt dømi er, at gáloysni í ferðslui er ein stórur trupulleiki, serliga tí so nógvir bilførarar tosa í telefon ímeðan teir koyra.
Grundstøðið í arbeiðnum er null-hugsjón í ferðsluni, sum vit arbeiða fram ímóti og tað merkir, at endamálið við ferðslutrygdararbeiðnum, er, at ongin skal doyggja, ella fáa varandi mein í ferðsluni, og nettupp tí er tað týdningarmikið, at arbeitt verður miðvíst og skipað við ferðslutrygdini.
Í ferðslutrygdarætlanini frá 2007 vóru 36 tilmæli til, hvussu málið kundi røkkast. Upprunaliga ætlanin var, at ferðslutrygdarætlanin, ið gekk út í 2015, skuldi endurskoðast í 2012.
Í hesi tíðini er yvirskipaða málið um færri ferðsluvanlukkur við fólkaskaða eydnast. Eisini gjørdist 2018 eitt søguliga gott ár í ferðsluni, tí hetta var fyrstu ferð í meira enn hálva øld, at ongin doyði í ferðsluvanlukku í Føroyum.
Arbeiðið at endurskoða ferðslutrygdarætlanina er nú byrjað og verður væntandi liðugt seinni í vár. Í arbeiðsbólkinum og stýrisbólkinum eru umboð frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Landsverki, Løgregluni, Akstovuni, Kommunufelagnum og Samferðslumálaráðnum.