Nú skal kommunuskatturin í Vági lækkast.
Á býráðsfundi týskvøldið samtykti ein meiriluti av Vágs Býráð at lækka kommunuskattin 1,25% næsta ár.
Vàgs Kommuna hevur annars verið sera illa fyri fíggjarliga, so í nógv ár hevur skattaprosentið í Vági verið 23%, sum er tað mest loyvda.
Men hesi seinastu árini er tað gingið nógv framá í Vági og fíggjarstøðan er batnað ár undan ári.
Og nú helt býráðið sostatt, at tíðin var búgvin til at lækka skattaprosentið niður í 21,75 %.
Barnafrádrátturin er 2.500 krónur í ár og hann verður óbroyttur næsta ár.
Kommunan ásetur ikki longur kirkjusakttin, tí hann verður nú tikin saman við landsskattinum. Sostatt ásetir kommunan ikki longur kirkjuskatt.
Heldur barnagarð og havn enn lægri skatt
Tað var einans samgongan í Vágs Býráð, sum atkvøddi fyri skattalækkingini.
Hinvegin vóru teir báðir í uttanflokkalistanum, sum er í andstøðu, ímóti at lækka skattaprosentið.
Teir báðir, Poul Johannus Joensen og Sølvi Andreasen, mæltu til at skattaprosentið uppá 23% varð varðveitt.
Teir mæla heldur til at brúka peningin til at útbyggja Vágs Havn fyri og til at gera barnagarð fyri.
Teir vístu á, at vinnulívsmenn í Vági høvdu gjørt vart við, at teir høvdu brúk fyri djúpari havn, enn tann, sum nú er í Vági.
Teir hildu eisini, at tíðin er farin frá dagrøktarskipanini og at Kommunan átti at fara undir at byggja barnagarð ístaðin.Teirra uppskot var, at tá ið trý ár vóru farin, skuldi kommunan hava mennandi barnagarðs og frítíðartilboð til øll børn ímillum ½ og 8 ár.
Teir søgdu, at hvørt prosent, sum skatturin lækkar, gevur kommununi ikki meiri enn 1.270.000 krónur.
Og teir vóru eisini greiðir yvir, at hetta munaði ikki nógv, men teir hildu, at hetta kundi vera ein byrjan. Og tí mæltu teir eisini til, at kommunan tók stig til at fíggja havnaútbygging.
Teir hildu, at tær 1.270.000 krónurnar, sum vágbingar komu at spara í skatti um árið, var lítið afturímóti teirri meirinntøku, teir kundu fingið, um umstøðurnar hjá vinnulívinum batnaðu, so at tað bleiv meiri arbeiði.
Og teir hildu eisini, at ein trygg barnaansingarskipan var ein avgerðandi fortreyt fyri at fáa fólk at støðast í Vági og kanska at flyta aftur til Vágs.
Skatturin avgerðandi
Men teir báðir komu ongan veg við sínum broytingaruppskoti, tí hinir sjey býráðslimirnir feldu tað og samtyktu ístaðin at lækka skattin.
Jógvan Krosslá, býráðsformaður, vísti á, at skuldi kommunan fara undir barnagarðar nú, og kunna nøkta allan tørvin í 2003, so mátti allar aðrar ætlanir sleppast. Og hann helt, at tað var lívsneyðugt at lækka skattin.
Dánjal Bjarkhamar helt at skuldi fólk støðast í bygdini og kanska flyta aftur, var tað júst avgerðandi, at skatturin varð lækkaður. Páll Augustinussen vísti á, at kommunan skyldaði so nógv nú, at hon fekk ikki loyvi til at taka lán.