Gøtunøvn
Tíðliga í vár fáa allir vágbingar at vita, hvar teir búgva.
Nú verður seinasta hond lagt og eitt drúgvt arbeiði at geva øllum gøtum og vegum í Vági navn og tíðliga í vár skuldi alt verið liðugt.
Á seinasta býráðsfundinum í fjør, samtykti býráðið endaliga, hvussu vegirnir í Vági skulu nevnast.
Tilsamans eru tað einir 50 vegir og gøtur í Vági, sum nú hava fingið navn.
Nú skulu øll nøvnini sendast til serkøn í føroyskum máli til rættlestur og síðani skal fyritøkan Munin, gera eitt fullfíggjað kort yvir Vág við øllum nøvnunum á.
Samstundis eru húsanummur gjørd til hvørt hús, sum eisini verða klár at seta uppá húsini, táið alt er liðugt.
Hetta hevur verið eitt arbeiðið, sum hevur tikið fleiri ár. Upprunaliga varð heitt á vágbingar um at koma við uppskotum um, hvussu umleið 25 vegir og gøtur í Vági skuldi nevnast.
Síðani hevur ein gøtunavnanevnd mett um uppskotini og fyri einum ári síðani var almenn móttøka, har nøvnini vórðu løgd fram fyri vágbingum.
Í gøtunavnanevndini sótu Arnfinnur Thomasen, Ebba Skaalum, Torleif Augustinussen og Páll Jacobsen.
Í nevndini varð roynt at taka atlit at gomlu staðarnøvnunum í Vági. Upprunaliga varð eisini ætlanin at nevna vegir og gøtur eftir kendum vágbingum, men tann ætlanin varð slept, tí tað varð ov viðkvæmt við tað, at ávís ónøgd var við, hví onkur varð uppkallaður og onkur annar ikki.
Uppskotini frá navnanevndini eru yvirhøvur nógv broytt, nú tað endaliga er staðfest, hvussu vegirnir skulu nevnast.
Og vegnanøvn, sum vágbingar nú skulu venja seg við, eru Toftavegur, Líðarvegur, Skálavegur, Niðarivegur, Fossavegur, Gjógvaravegur, Hvannadalsbrekka o.s.fr.
Tað er lóg, at allar bygdir skulu hava gøtunøvn og øll hús, nummar.
At ongir vegir hava nøvn og ongi húsanummur eru, hevur mangan elvt til trupulleikar, eitt nú tá ið fremmandir læknar skulu finna vegin fram til sjúklingar.