Nú fáa vágafólk sítt egna sermerki

Ein Nykur úr stáli skal fáa lív í gomlu søguna og lokka ferðafólk vestur í Vágar

 Nú fáa vágafólk sítt egna vørumerki, akkurát, sum tey í Mikladali hava Kópakonuna, oyndfirðingar hava rinkusteinarnar, Keypmannahavn hevur tað lítlu havfrúnna og Dublin hevur sína Molly Malone

 

Í hesum sambandi verður hátíðarhald niðri við Vatn næsta leygardag, 25. noember, klokkan 14, har ein standmynd av einum nyki verður avdúkað. Tað er Pól Skarðenni, listamaður í Vatnsoyrum, sum hevur gjørt nykin úr rustfríum stáli

 

Fyrireikararnir vísa á, at tað er ikki ókent at taka aldargamlar søgur fram og gera tær livandi við standmyndum og mangan enda tær sum eitt vørumerki fyri staðið, sum øll vilja síggja.

 

– Vit eru í eini tíð, har mentan og søga hevur stórar avbjóðingar, tí vit eru uppi ímóti spennandi teknimyndum frá Disney og telduspølum, siga fyrireikararnir.

 

– Sagnir um nykar eru kendar fleiri staðni kring landið. Søgnin er um, at ein Nykur, ein skapningur sum minnir um ein stóran hest, har hógvarnir venda skeivan veg, kemur upp úr vatninum og roynir at lokka børn og ungfólk upp á bakið. Tá hetta eydnast, fer Nykurin aftur í vatnið við førninginum á bakinum.

 

Í eina tíð hevur ein áhugabólkur í Vágum arbeitt við at ítøkiliggera søgnina um Nykin á Vatninum og gera hana livandi og úrslitið er ein tríggjar metra høg standmynd, sum verður sett í vatni, nakrar metrar úr landi ímillum Flúgvarabedingina og koyribrúnna til Vatnsoyrar.

 

Har eru góð parkeringsviðurskifti og Nykurin fer eisini at síggjast av høvuðsvegnum, nátt sum dag, tí ætlanin er eisini at seta ljós á hann, siga fyrireikararnir.