Nú fáa næmingarnir á Glasi endurgjald

– Teir hava bíðað í næstan sjey mánaðir, men nú verður tað

Nú fáa næmingarnir á Glasi loksins endurgjald fyri útreiðslurnar teir høvdu av námsferðini, sum varð avlýst í síðstu løtu í mars í ár, tá ið korona brádliga lukkaði bæði Føroyar, og stórar partar av Evropa.

Tað staðfesti Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár.

Tað var fyrst í mars, at næstan 250 næmingar á Glasi, og fleiri lærarar, skuldi fara á námsferð til París, men kvøldið fyri fráferðina tóku tey avgerð um at avlýsa, tí korona var farið at gera um seg sum eitt skot.

Men tá høvdu næmingarnir longu goldið fyri ferðina og hjá summum var talan um einar 7.000 krónur, sum nú vóru mistar.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, var skjótur at lova teimum endurgjald fyri tær mistu útreiðslurnar, tí hann helt, at tað var tað minsta at teir fingu endurgjald fyri at hava offrað námsferðina fyri at forða fyri at smittan skuldi breiða seg.

Hann helt, at tey høvdu uppiborið eina hjartans tøkk, tí tey høvdu gjørt samfelagnum eina stóra tænastu við at avlýsa ferðina, tí við tí drógu tey ikki smittu við sær til landið.

Ein flokkur av Glasi var farin til Portugal dagin fyri og fleiri av teimum vóru smittað tá ið tey komu heimaftur.

Síðani hevur tað drigið út, men Jenis av Rana sigur, at eitt uppskot um eina eykafíggjarlóg fyri í ár er á veg í Løgtingð. Hetta er eitt uppskot har Landsstýrið heitir á Løgtingið um játta pengar til ávís endamál, og endurgjald til næmingar á Glasi er við í hesum uppskotinum, sigur hann.