Í dag 20. august 2020 eru 100 ár liðin, síðan Niels Juel Arge, útvarpsstjóri frá 1960 til 1990, varð borin í heim Undir Kletti í Havn.
Í tí sambandi hava ættarfólk hansara tikið stig til nýggja talgilda savnið, www.nielsjuel.fo, har tað er møguligthjá einum og hvørjum at fáa atgongd til rúgvismikla tilfarið, sum Niels Juel Arge legði úr hondum sum útvarpsmaður, rithøvundur og granskari.
##med2##
Á nýggju heimasíðuni eru bøkurnar hjá Niels Juel Arge talgildar so at tað bæði ber til at lesa tær og at leita eftir orðum og nøvnum i tekstunum. Í fyrsta umfari eru 15 bøkur talgildar, og tær síðstu koma seinni, verður sagt í tíðindaskrivi nú seinnapartin.
Bøkur eru eisini lisnar inn á ljóðbond í samstarvi við Ljóðbókatænastuna. Nú heimasíðan er tøk, ber til at lurta eftir 1. bindi um ”Stríðsárini”, 1. og 2. bindi av ”Teir sigldu úti” og ”Føroyar í flogsøguni”.
##med3##
Nakrar samrøður og sendingar, sum Niels Juel gjørdi, eru eisini tøkar á heimasíðuni. Privatar myndir og stuttir tekstir um reportasjuferðirnar verða knýtt at teimum.
Tað er eisini í umbúna er at fáa fleiri sendingar hjá Niels Juel lagdar á heimasíðuna. Hetta verður gjørt í samstarvi við Kringvarp Føroya, sum framvegis varðveitir útvarpstilfarið.
##med4##
Dagbøkur hjá bretskum herliðum í Føroyum, sum Niels Juel brúkti í sambandi við tær seks bøkurnar um stríðsárini frá 1985 til 1990, eru eisini at finna á heimasíðuni - eins og greinir um útvarpsmannin og rithøvundan.
Heimasíðan er hugsað sum eitt livandi og broytiligt skjal, ið støðugt skal mennast í dygd og vavi. Nudlavirkið hevur staðið fyri at evna heimasíðuna til og ein Facebook-síða verður eisini knýtt at heimasíðuni.
##med5##
– Nógv av tilfarinum, sum Niels Juel Arge legði úr hondum, er ómissandi mentanararvur. Hann skapti sítt verk í eini tíð, tá ið bandspælarin og bókin vóru nýmótans miðlar, siga tey í tíðindaskrivi.
Nú er tíðin ein onnur, og tey flestu ferðast í talgildu verðini. Skal tilfar hansara koma flest møguligum til góðar, er neyðugt at flyta tað inn í talgildu nútíðina og framtíðina, siga tey.
##med6##
– Vónin er, at tilfarið kann gleða ungfólk, ið ikki kenna søgurnar, og tilkomin, sum fáa høvi til at minnast aftur á farnar tíðir. Skúlafólk, granskarar og onnur fáa kanska eisni gagn av tí, siga eftirkomararnir hjá Niels Juel Arge, sum hava tikið stig til hetta.
Myndirnar eru frá hátíðarhaldinum tá ið heimasíðan var almenn. Heimasíðan eigur www.nielsjuel.fo
##med7##
##med8##
##med9##