Sum er í løtuni, eru umstøðurnar hjá kommunulæknunum í Klaksvík og sjúklingum teirra ótolandi. Viðtaluhølini hjá læknunum eru í Gamla Sjóvinnubankabygninginum við Klaksvíksvegnum. Fyri at sleppa inn í hesi høli, er fyrst neyðugt at ganga eina fimm trapputrin, og um ein so skal til eina av læknunum á ovaru hæddini, so er aftur neyðugt at ganga upp trappur. Hetta verður ikki hildið at vera hóskandi, tá talan er um eina læknamiðstøð, tí nógv av fólkunum, ið vitja lækna, gera tað júst tí tey ikki hava sítt fulla føri.
Samráðast við Landsstýrið
Býráðsformaðurin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, sigur, at býráðið á býráðsfundi týsdagin samtykti, at nú skuldi bera ella bresta viðvíkjandi umstøðunum hjá kommunulæknunum. Hann sigur, at avgjørt varð, at býráðið nú skal fara undir samráðingar við Landsstýrið um fígging til nýggju heilsumiðstøðina, ið kemur at kosta einar 8 milliónir krónur.
Jógvanm við Keldu sigur, at landið hevur fíggjað heilsumiðstøðirnar í Runavík, Gøtu og Vági, og heldur hann tískil, at landið somuleiðis eigur at fíggja eina heilsumiðstøð í Klaksvík. Hann vísir á, at tá heilsumiðstøðirnar komu kring landið, varð bíðað við Klaksvík og Tvøroyri, tí her vóru sjúkrahús. Men Jógvan við Keldu heldur ikki, at nú kann bíðast longur.
Tá Kristian Magnussen var landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, fekk Klaksvíkar býráð munnliga játtan um, at ein heilsumiðstøð skuldi byggjast í Klaksvík, har landið fíggjaði 50 prosent av útreiðslunum og kommunan 10 prosent. Tey írestandi 40 prosentini skuldu fáast til vega gjøgnum lagaligt lán. Hendan ætlanin bleiv tó ikki til nakað. Jógvan við Keldu sigur, at kommunan seinni fekk bræv frá Landsstýrinum, har sagt varð frá, at peningur ikki kundi setast av á fíggjarlógini fyri 1998 til hetta endamál.
Torført at fáa læknar
Býráðsformaðurin í Klaksvík sigur, at tað er sera torført at fáa læknar til Klaksvíkar. Hann vísir á, at Kommunan fyri stuttum fekk játtan til tann fjórða kommunulæknan, men at hesin var ógvuliga trupul at fáa hendur á. Hann sigur, at læknarnir í dag krevja tryggar umstøður og skipaða vaktarskipan. Hetta heldur hann ikki er nakað órímiligt krav, og heldur hann eisini sjálvur, at umstøðurnar hjá læknunum í Klaksvík als ikki eru nóg góðar.
Partur av miðbýarætlanini
Av býráðsskrivstobuni í Klaksvík verður sagt, at nýggja heilsumiðstøðin er ein partur av miðbýarætlanini, ið varð gjørd fyri nøkrum árum síðani. Meiningin er, at heilsumiðstøðin skal byggjast á økinum millum Føroya Bjór og nýggju løgreglustøðina. Hetta verður hildið at vera eitt sera atkomiligt og væl hóskandi stað at leggja eina heilsumiðstøð.
Fleri skitsumodell eru gjørd til nýggju heilsumiðstøð, og í øllum teimum er hugsað um, at møguleiki skal vera hjá rørðslutarnaðum at koma til lækna uttan trupulleikar. Í gamla Sjóvinnubankahúsininum, har læknarnir í løtuni halda til, er undir øllum umstøðum neyðugt at ganga gjøgnum trappur, áðrenn ein sleppur til lækna.
Ætlanin við nýggju heilsumiðstøðini er ikki bert, at læknarnir skulu hava høli at húsast í. Hugsað er eisini um, at millum onnur fysioterapeutar, skulu hava møguleika at halda til í heilsumiðstøðini.
Kemur sum skjótast
Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík sigur, at hann vónar, at fígging fæst frá landinum, so nýggja læknamiðstøðin kann verða gjørd sum skjótast. Hann leggur aftuarat, at um fígging ikki fæst frá landinum, so ætlar kommunan hóast alt at fara undir nýggju læknamiðstøðina.