Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fer nú at biðja um politiska undirtøku í samgonguni til at seta eitt barnabumboð.
Á næsta landsstýrisfundi, sum verður beint eftir hvítusunnu, fer hon at leggja málið fyri landsstýrið, har hon eisini fer at biðja um politiska undirtøku fyri at halda fram við arbeiðnum.
Fær hon tað, er ætlanin at arbeiða víðari við málinum og at leggja uppskot fyri Løgtingið eftir ólavsøku so at eitt barnaumboð kann setast á stovn í Føroyum sum skjótast.
Annika Olsen heldur, at tað er avgerðandi, at vit fáa eitt føroyskt barnaumboð.
Onnur norðurlond hava slík umboð, sum burtur av eru á varðhaldi í sambandi við rættindini hjá børnum, men tað hava vit ikki.
- Eisini ST hevur funnist at okkum fyri at vit ikki hava eitt barnaumboð sigur Annika Olsen.
Vakthundur hjá børnunum
Annika Olsen sigur, at ætlanin við einum barnaumboði er, at tað skal vera vakthundur hjá børnunum og tala at, tá ið rættindini hjá børnum ikki vera vird, ella tá ið tey beinleiðis verða skúgvað til viks.
- Leggur onkur eitt uppskot fyri Løgtingið, har rættindi hjá børnum ikki verða vird, kann barnaumboðið tala at og biðja um broytingar.
- Ella eru viðurskiftini á einum stovni fyri børn ikki nøktandi, kann barnaumboðið taka í nakkan á politiska valdinum og átala støðuna.
- Men barnaumboðið skal sum heild vera á varðhaldi og tryggja, at vit í Føroyum virða ásetingarnar í barnarættindasáttmálanum hjá ST, sum vit hava bundið okkum til at halda.
- Barnaumboðið skal rópa varskó og vekja politiska myndugleikan, tá ið rættindini hjá børnunum ikki verða hildin.
Annika Olsen heldur ikki, at rættindini hjá børnum verða so illa vird.
- Men tað er kanska ikki altíð, at vit hugsa so nógv um tey og tað er eisini hetta, eitt barnaumboð skal hjálpa politiska myndugleikanum við.
Eitt mál, sum javnan hevur verið frammi, tá ið talan er um rættindi hjá børnum, er nakað so grundleggjandi og umstrítt evni sum at sláa børn. Hvat gera tit, um so er, at barnaumboðið mælir tykkum til at seta eina lóg í gildi, sum bannar foreldrum at sláa børn?
- Harðskapur ímóti børnum er ólógligur og í tí sambandi er tað eisini ólógligt at sláa børn. Og harðskapur er er harðskapur tá ið foreldur sláa børn.
- Men tað er avgjørt viðkomandi at skifta orð um tað, tí í mínum hugaheimi skal tað ikki vera loyvt at sláa børn, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.
Óheft umboð
Annika Olsen hevur ikki enn gjørt nakra nágreiniliga fíggjarliga meting av, hvat eitt føroyskt barnaumboð fer at kosta.
- Tað veldst um, hvussu nógv starvsfólk, talan verður um, og hvørjar heimildir hann fær.
Tað, hon hugsar um, er, at spurningur er um, talan skal vera um ein stovn, sum skal gera eitt uppsøkjandi arbeiði og sjálvur taka mál upp, ella um talan skal verða um eitt barnaumboð, har tað eisini ber til at kæra um ymisk viðurskifti, tá ið mett verður, at barnarættindi verða skúgvað til viks, akkurát sum tá ið kært verður til Løgtingsins Umboðsmann.
- Tað veldst um, hvat fíggjarligt rásarrúm vit fáa. Sjálv haldi eg, at vit eiga at hava eitt barnaumboð, sum tað eisini ber til at kæra til. Men ein møguleiki er eisini at byrja í tí smáa og so at byggja stovnin upp so líðandi, sigur landstýriskvinnan í almannamálum.
Annika Olsen mælir til, at tað føroyska barnaumboðið skal verða ein sjálvstøðugur stovnur, so at tað verður púra óheft av politiska myndugleikanum í sínum virksemi.