Nú verður arbeiðið at gera eitt nýtt trivnaðarøki til hoyvíkingar, gjørt liðugt
Talan er um eitt øki við Karlamagnusarbreyt, beint við býlingin, Myllutjørn, og og sjálv Myllutjørn verður eisini ein partur av sjálvum trivnaðarøkinum.
Hetta er ein gomul ætlan, og sjøtul er sett á at gera økið, men nú hevur byggi- og býarskipanarnevndin hjá býráðnum samtykt at gera tað liðugt, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í nevndini. Hann sigur, at arbeiðið verður liðugt til næsta summar.
Talan er um eitt øki, ið hevur ligið til onga nyttu, men nú verður tað gjørt til eitt savningarstað hjá hoyvíkingum.
Á økinum verður felagspláss til almenn tiltøk, jólatræ, ogf annað, har verður vallað øki til spæl og undirhald og sjálv Myllutjørn skal eisini gerast og skipast, so at hon verður ein hálvan metur djúp við lagaðanum kanti framvið bakkanum. Men økið verður eisini skipað so, at har verður gjørd ein brekka at skreiða í, tá ið kavi er. Og alt skal samanbindast við gøtum.










