Nú eru vit fleiri enn 49.000

Fólkatalið í Føroyum er fyri fyrstu ferð farið upp um tey 49.000. Hagstovan skrivar á heimasíðu síni, at fólkatalið í Føroyum tann 1. august var 49.006 fólk.

Hetta er ein vøkstur uppá 263 fólk síðani á nýggjaárinum.

Burðaravlopið, ið er munurin millum talið av føddum og talið av deyðum, var 132 og 131 fleiri fólk fluttu til Føroyar enn tað fluttu av landinum.

Sannlíkt er, at fólkatalið minkar aftur til næstu uppgerð, tí nógv fara vanliga av landinum í august mánaði í útbúgvingarørindum. Men Hagstovan leggur afturat, at tað als ikki er ósannlíkt, at fólktalið aftur er komið upp um 49.000 á nýggjárinum.