Í gjár vóru føroyskir politikarar á fundi við Novo Nordisk grunnin í Danmark um ætlanina at stovna eina diabetismiðstøð í Føroyum.
Við á ferðini vóru Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálun, saman við umboðum fyri heilsupolitiska fylgibólkin. Á ferðini vitjaðu tey eisini Steno Diabetes Center Copenhagen, sum er eitt viðgerðarstað fyri fólk við diabetes og aftaná var fundur við Novo Nordisk Grunnin.
Sirið Stenberg sigur í eini fráboðan, at kunningarferðin kom væl við, tí tey fingu svar uppá teir spurningar, tey hava havt í sambandi við málið.
Sirið Stenberg sigur, nú ber til hjá henni og heilsupolitiska fylgibólkinum at viðgera málið meira ítøkiligt. Somuleiðis ætlar hon at fara at viðgera málið saman við viðkomandi pørtum.
Tað var í fjør, at umboð fyri Novo Nordisk vendu sær til Heilsumálaráðið um at stovna eina diabetismiðstøð í Føroyum. Tá svaraði Heilsumálaráðið, at arbeitt varð ikki við málinum tá.
Tað elvdi til rættiligt politiskt rok, og serliga legði andstøðan í Løgtinginum hart út um, at Sirið Stenberg skuldi havt nokta fyri samstarvi Novo Nordisk, bara tí at tað var danskt.
Men Sirið Stenberg hevur fleiri ferðir víst á, at tilboðið er ikki vrakað, men at arbeitt verður við tí.
Hon fekk eisini at vita frá Novo Nordisk, at tey vilja bíða eftir, at føroyskir myndugleikar vóru lidnir at viðgera málið.
Men hon heldur, at talan er um eitt umfatandi mál, tí reisir grundleggjandi spurningar, eitt nú um at lata privat fáa ávirkan á okkara heilsupolitikk.
Í sambandi við viðgerðina var tískil ein arbeiðsbólkur stovnaður við einum umboði fyri hvønn flokk at umrøða málið, men fleiri av teimum vildu ikki møta á fundi.
Á myndini eru føroysku politikararnir avmyndaðir, frá vinstru Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og Katrin Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi.