Nú eru tíggju av teimum 33 innistongdu námsarbeiðsmonnunum komnir upp úr náminum. Tann tíggjundi, Alex Vega, kom úr hylkinum fyri einum hálvum tíma síðani. Beint undan honum høvdu bjargingarfólkini fingið tann 63 ára Mario Gomez upp úr náminum. Hann er tann elsti av teimum innistongdu monnunum.
Mario Gomez hevur arbeitt í námsvinnuni í 50 ár og hevði gjørt av at gevast í næsta mánað.
Kilsku myndugleikarnir siga, at bjargingin gongur sum ætlað, og at væntandi fer tað at taka umleið eitt samdøgur, til tann seinasti maðurin kemur upp úr náminum.