Nú eru svartkjaftaskipini í íslendskum sjógvi

Krúnborg, Christian í Grótinum og grønlendski nótabáturin, Siku, hava landað til Havsbrún í vikuni

Fiskivinna

Føroysku svartkjaftaskipini royna nú eftir svartkjafti í íslendskum sjógvi. Tó er ikki vist, at tey ikki koma aftur í føroyskan sjógv at royna. Í fjør summar var mynstrið á leið tað sama sum í ár, og í juli mánaða tók fiskiskapurin seg uppaftur í føroyskum sjógvi; hendan mánaðin fingu skipini aftur nógvan svartkjaft í føroyskum sjógvi.
Á Havsbrún í Fuglafirði siga tey, at tað er so mangt, sum spælir inn, tá ið roynt verður eftir svartkjafti, eitt nú veðurlags-og streymviðurskifti.
- Men fyrst av øllum mugu vit rokna við, at svartkjafturin ? eins og annar fiskur - stendur, har mest fæst er av føði, siga tey á Havsbrún.
Í fjør royndu svartkjaftaskipini í íslendskum sjógvi til út á heystið.


Tríggjar landingar

Tríggir nótabátar hava landað til Havsbrún hesa vikuna.
Bæði Krúnborg og Christian í Grótunum høvdu fult skip; teir høvdu ávikavist 2500 og 2000 tons hvør.
Krúnborg landaði 200 tons av veiðini í Kollafirði.
Grønlendski nótabáturin, Siku, hevur eisini landað 1000 tons av sild til ídnað í Fuglafirði. Teir vóru fyrst í Noregi við lastini, har ætlanin var at landa veiðina til matna, men tað gekst ikki so væl. Tí endaði Siku, sum hevði verið uppi við Jan Mayen, í Føroyum.
Prísurin á sild til matna liggur um 3 kr. fyri kg., meðan prísurin á sild til ídnað er umleið 1,20.
Prísurin á svartkjafti í Føroyum liggur um 75-76 oyru.