Tað gongur strúkandi hjá EB/Streymi. Leygardagin vunnu teir í samansetta liðnum steypafinaluna ímóti B36. Í kvøld vunnu teir 2-1 á heimavølli ímóti B71 og vunnu harvið trý stig.
Sigurin gjørdist eyka søtur, tí tveir teir næstu kappingarneytarnir snávaðu.
HB tapti 1-0 í Gundadali ímóti KÍ, sum harvið vann fyri fyrstu ferð á útivølli í ár.
B36 megnaði ikki meiri enn málleysan javnleik á Skála.
Í toppinum bera úrslitini við sær, at EB/Streymur hevur økt um fjarstøðuna til B36 til níggju stig! HB er tíggju stig aftanfyri EB/Streym.
Í botninum er B71 eitt sindur meiri isolerað, enn sandoyingar vóru. B71 hevur fimm stig, og Skála hevur átta stig. ÍF tapti í Gøtu og er triði niðast við átta stigum.
EB/Streymur-B71 2-1 (1-0)
1-0: Bárður Olsen
2-0: Levi Hanssen
2-1: Clayton Soares
Víkingur-ÍF 2-0 (1-0)
1-0: Zoltán Bukszegi
2-0: Zoltan Bukzegi
HB-KÍ 0-1 (0-0)
0-1: Rodrigo
Skála-B36 0-0
Reytt kort: Poul N. Poulsen, Skála, Meinhard Joensen, B36
EB/Streymur 29 stig
B36 20 stig
HB 19 stig
Víkingur og NSÍ 15 stig
KÍ 14 stig
B68 11 stig
ÍF 10 stig
Skála 8 stig
B71 5 stig
Øll liðini hava spælt 11 dystir uttan NSÍ og B68, sum spæla í Runavík hóskvøldið.