Vit eru nógv, sum halda, at okkara mál er gott og vakurt, og at tað kann brúkast til at siga alt, sum bilgist í okkum.
Men so eru onnur, sum halda, at okkara mál eg so keðiligt, at ymiskt útlendskt pynt má potast inn í tað. Fyrr var tað danskt (Hvat lavar tú?), seinni eingilskt (You name it). Uppaftur onnur halda, at føroyskt má fáa íslendskar vitaminir fyri at kunnu standa seg sum partur av tí røttu nordisku rasuni. Fyrr brúktu øll sagnorðið ‘spæla’ uttan at hugsa um, at danskarar og týskarar brúktu sama orð. ‘Spæla’ var natúrligt føroyskt. Vit spældu kort, onkur spældi violin, og tey ungu spældu fótbólt ella hondbólt. Tað kom eisini fyri, at onkur mentamaður skipaði fyri teatri bæði í Havn og úti um bygdirnar. Tað bleiv rópt ‘at spæla komediu’. Men so bleiv komedian til sjónleik – sum í Íslandi. Danskarar og týskarar søgdu skuespil og Schauspiel, so tað bar ikki til at kalla okkara dramakunst fyri ‘skoðispæl’. Men so – sum tíðin gekk – fóru øll at leika. Sjónleikarar leikaðu (seinni: leiktu) sjónleik. Fótbóltsleikarar leikaðu fótbólt, og vissi teir ikki blivu leikbannaðir, so leikaðu teir líka til leiklok, og summir góvust ikki eftir evsta bríksl, hóast dómarin leikaði í.
Ymsir eru leikir í longum talvi, sigur orðatakið. Nú er alt blivið til at leika. Politikarar leika fólk í húsi og duga ikki at gevast, meðan leikurin er góður. Fólk fara til sjónleik at síggja sjónleikarar leika sjónleik. Men er tað so galið, at tað er blivið forboðið at spæla? Skulu børnini ikki sleppa at spæla krógvablunda? Tað kann tykjast summum so leikandi lætt at oyðileggja málið, men at tala at er ikki gamansleikur. Tann syrgiligasta leiklutin í hesum spæli hava okkara miðlamenn; teir leika hund við málinum. Kanska skuldi Málnevndin komið upp í leikin, áðrenn vit spæla av við okkara kæra móðurmál. (MT)