Nú eru 380 hvalir deyðir

Ongantíð áður hava so nógvir hvalir rent seg upp á turt í Australia

Nú eru um 380 av grindahvalunum, sum fyrradagin gjørdu landgongd á Tasmania í Australia, deyðir.

Upprunaliga varð hildið, at um 250 hvalir høvdu rent seg upp á turt á vesturstrondini í Tasmania, men talið vaks skjótt upp í 450 hvalir.

Djóraverndarfólk og myndugleikar hava megnað at fingið 50 hvalir út aftur á sjógv, og nú verður arbeitt við at fáa teir 30 hvalirnir, ið framvegis eru livandi, út á sjógv eisini. Roynt verður sum best ber til at halda hvalunum á lívi við at syrgja fyri, at teir allatíð eru vátir og ikki ov heitir, men sum tíðin gongur, gerðast hvalirnir alsamt meira útlúgvaðir.

Sambært BBC verður nú eisini farið undir at sleipa deyðu hvalirnar burtur, men tað er framvegis ikki heilt greitt, hvussu tað skal ganga fyri seg.

Tað er heldur ikki greitt, hví grindahvalirnir rendu seg upp á land, men roknað verður við, at talan er um størstu landgongu, ið Australia hevur verið úti fyri.