Nú eru 11 koronatilburðir í Grønlandi

Av teimum 11, sum hava verið sjúk av Covid-19 eru fýra frísk aftur

Í Grønlandi hava tey í dag fingið 114 svar upp á koronakanningar. Ein av hesum var positiv, skrivar grønlendska sjálvstýrið.

Tann smittaði er í høvuðsstaðnum Nuuk.

– Tann smittaði er í eini simttuketu, sum vit longu kenna, og tí var tað ikki óvæntað. Men tað vísir týdninging av, at vit framvegis taka støðu í størsta álvara, sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen og heldur fram:

– Farsóttin verður spreidd í heiminum kring okkum, og tað er av sera stórum týdningi, at vit øll halda okkum til leiðreglurnar um millum annað at halda frástøðu, um reinføri og at vera heima, um tú ert sjúkur. Tað er avgerandi fyri, at vit slappa undan eini epidemi, sigur grønlendski landslaknin við blaðið Sermitsiaq.

Landslæknin heitir samstundis á øll, »sum vita, at tey hava verið í samband við ein smittaðan og hava sjúkueyðkenni upp á Covid-19, um at lata seg kanna«.

Tilsamans eru 625 persónar kannaðir í Grønlandi, og av teimum eru 11 funnin positiv. Tað eru nú fýra fólk, sum er frísk aftur eftir at hava verið smittað, skrivar Sjálvstýrið.