Tórshavnar kommuna boðar nú frá, at seinasta vatnkanning hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni staðfestir, at ongar koliformar og E-coli-bakteriur eru í vatninum í Havn.
Í kanningini í farnu viku varð eisini funnin ein entrokokk-bakteria á mjólkarvirkinum MBM frá vatnveitingin úr Villingadali. Endaliga úrslitið av hesi kanningini verður greitt á døgverða í morgin.
Eitt býarkort verður seinnapartin lagt út á kommunalu heimasíðuna, sum vísir markið millum vatn úr Havnardali og vatn úr Villingardali.