– Nú er vandi fyri, at arbeiðssteðgurin hjá okkum verður drúgvur.
Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, nú enn ein semingsroynd endaði úrslitaleyst.
Tey sótu til samráðingar í allan gjár, men í gjárkvøldið brast, tá ið semingsmaðurin ásannaði, at onki er at gera. Hetta er onnur semingsroyndin sum miseydnast og Jógvan Philbrow sigur, at nú væntar hann, at arbeiðssteðgurin fer at draga út.
Hann sigur, at eftir hansara tykki komu partarnir ikki ein millimetur nærri hvørjum øðrum í gjár. Tvørtur ímóti heldur hann, at gjáin er størri nú enn hon var, tí onkrar tilsøgnir, sum tey hava fingið fyrr í samráðingunum, vórðu tiknar aftur í gjár, uttan at hann sigur akkurát, hvat talan er um.
Hann sigur, at Pedagogfelagið fer nú at umrøða støðuna, og í hesum sambandi fara tey eisini at tosa um at herða verkfallið.
Og tey hava onkrar møguleikar. Ein møguleiki er at taka undantøk, Almannaverkið hevur fingið til at hava pedagogar til arbeiðis á sínum stovnum, aftur. Ein annar møguleiki er eisini at koyra allar pedagogarnar, sum arbeiða í fólkaskúlanum, í verkfall. Teir eru næstan 100 í tali, sigur Jógvan Philbrow.