Nú er vón fyri framman hjá summum at fáa bíligari streym frá SEV

Nú er vón fyri framman hjá teimum, sum hava elbil og hitapumpu, at fáa bíligari streym. Men tann bíligi streymurin er kortini bara til hitapumpu og elbil, tí streymurin til øll onnur endamál í húsinum, verður ikki bíligari.

 

Í dag hevur Løgtingið nevniliga samtykt at SEV skal fáa heimild til at selja streym til hitapumpur og elbil bíligari enn annan streym. Príslækkingin kann í mesta lagi vera 50 oyru fyri kilowattið og tá er mvg talt við.

 

Samgongan sigur, at hetta er eitt lið í royndini at eggja fólki til at leggja um til umhvørvisvinarliga orku. Men hetta hevur verið eitt hart hoyggj at draga, tí hetta er triðja royndin at seta hetta í verk, men hinar báðu ferðirnar er tað miseydnað at fáa tað samtykt. Og enn er hundurin ikki meiri enn hálvbardur, tí Løgtingið skal samtykkja tað eina ferð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt.

 

Men hóast tað varð samtykt í Løgtinginum við 19 atkvøðum fyri, varð tað eisini stór mótstøða í Løgtinginum ímóti ætlanini, tí 13 løgtingslimir úr andstøðuni atkvøddu fyri, og harafturat mælti Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, frá at samtykkja uppskotið.

 

Tey tvíhildu um, at skal endamálið um at gera Føroyar grønari, røkkast, verður tað neyðugt, at onnur enn SEV, sleppa fram at gera streym. Tey vísa eisini á, at hitapumpur eru so dýrar, at tað verða bara tey vælbjargaðu, sum hava ráð til tað.