Nú er United fremst

Manchester United er nýtt oddalið í Onglandi. Sessin tryggjaði United sær, tá ið Cristiano Ronaldo skoraði einsamalla málið ímóti Derby. Botnliðið stríddist, og hóast stórstjørnurnar høvdu nógvar møguleikar, so eydnaðist tað ikki at fáa mál, fyrrenn tað restaðu tólv minuttir. Rooney streyk ígjøgnum í vinstru, og mitt fyri málinum stýrdi Ronaldo bóltin í málið.

Sigurin ber við sær, at Manchester United nú er oddalið. Arsenal, sum higartil hevur verið oddalið, spælir í løtuni á heimavølli ímóti Middlesbrough, og har er støðan eftir 1. hálvleik 1-0 til Middlesbrough.

Chelsea og Liverpool vunnu eisini teprar sigrar seinnapartin. John Terry skoraði einsamalla málið fyri Chelsea í 1-0 sigrinum á útivølli ímóti Sunderland, og Liverpool vann 2-1 á Anfield ímóti Reading, sum skoraði fyrsta málið. Málskjútti var Marek Matejovsky. Javier Mascherano javnaði til 1-1, og tríggjar minuttir eftir steðgin skoraði Fernando Torres 2-1 sigursmálið hjá Liverpool.

Úrslitini í dag:

Liverpool-Reading 2-1

Sunderland-Chelsea 1-0

West Ham-Blackburn 2-1

Derby-Manchester United 0-1

Portsmouth-Aston Villa 2-0

Manchester United hevur 67 stig, Arsenal 66 stig, Chelsea 64 stig og Liverpool 59 stig. Øll liðini hava spælt 29 dystir uttan Liverpool, sum hevur spælt 30 dystir.