Hóast teir hava verið staðfestir FM-vinnarar í eina heila viku, og hóast eitt ávíst mannfall og eitt heldur skert lið, so vann HB 3-0 á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði í dag.
Sigurin førir uppá 64 stig, og nú er HB bara trý stig frá at javna metið hjá B36 frá 2011, og bara fýra stig frá at eiga metið einsamallir. HB hevur níggju stig eftir at spæla um, og tí kann metið væl og virðiliga røkkast.
Hjálparvenjarin hjá HB, Rasmus Nolsøe fegnast um, at hann og høvuðsvenjarin, Heimir Guðjónsson hava júst tann málsetningin at seta spælarunum, tí tað motiverar spælararnar at kýta seg til venjingarnar fyri at røkka enn einum máli.
Rasmus Nolsøe er eisini fegin um, at eykamenn sum John Frederiksen og Niklas Kruse tók av møguleikanum í dag, og fingu hvør sítt mál í dystinum á Eiði.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við Rasmus Nolsøe.
HERber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham.