Tað kemur í heilum fyri, at vanligir borgarar koma ikki ígjøgnum til myndugleikarnar við klagum sínum. Ikki fyrrenn miðlarnir koma uppí leikin henda broytingar. Hetta var eisini galdandi, tá fólk av Velbastað og úr Kirkjubø uppí saman gjørdu vart við ótryggu ferðsluviðurskiftini omanfyri bygdina.
Um miðjan februar skrivaðu vit grein undir heitinum: Skúlabørn í deyðsfellu á Velbastað. Í undiryvirskriftini stóð: Við 80 km/t strúka bilarnir framvið smáu skúlabørnunum, sum skulu yvirum vegin.
- Vit spyrja okkum sjálvi, hvør okkara eigur fyrsta barnið, sum liggur undir einum bili, sigur Brynhild Høgnadóttir, óttafull mamma og limur í staðbundnu nevndini.
Í greinini varð víst á, at hóast staðbundna nevndin hevði gjørt vart við trupulleikan í trý ár, hendi onki. Børnini, sum skuldu í frítíðarskúla, máttu yvirum ein landsveg, umframt at tey noyddust at stríða seg yvirum eitt gamalt rulliportur á landsvegnum. Tað einasta Tórshavnar Kommuna skuldi gera, var at flyta bygdaskeltið, so tað kom at standa soleiðis, at bilar á veg inn á bygt øki kundu lækka ferðina í góðari tíð. Nú er hetta hent, og vit kunnu enn einaferð staðfesta, at tíverri hendir ofta onki, fyrr enn miðlarnir koma uppí leikin.