Teir fyrstu átta mánaðirnar í ár, er sølan av persónbilum nógv minni enn hon var í sama tíðarskeiði í fjør. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Hesi seinastu árini hevur bilasølan sett met oman á met, men nú stígur sostatt komin í.
Sum heild er bilasølan minkað 15,56 prosent. Tilsamans eru 1.910 persónbilar seldir hifartil í ár og 352 bilar færri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 2.262 bilar vórðu seldir.
Men vera persónbilarnir, sum er nógv tann størsti parturin av bilasøluni, taldir fyri seg, er minkingin 24, prosent. Í Januar til augut í fjør vórðu nevniliga 1.655 persónbilar seldir í Føroyum, men í sama tíðarskeiði í ár, eru 1.257 persónbilar seldir, ella 398 bilar færri.
Restin av tí, sum telur við í hagtølunum, eru bussar, neyðsendarakfør, vøruvognar, men so eisini prutl og viðfestisvognar, men tey tølini eru smá.
Tó sæst, at higartil í ár eru 29 bussar seldir í Føroyum, men í fjør vórðu bara fýra bussar seldir frá januar til august í ár.
Tað kann vera tí, at 1. mai í ár kom nýggjur sáttmáli í gildi fyri Bygdaleiðir har tað varð ein treyt, at bussarnir skuldu kunna taka koyristólar, umframt at teir skuldu lúka ymisk umhvørviskrøv og tað merkir, at nógvir nýggir bussar eru komnir til landið.